Tvær fyrru fjórðingsfinalur eru leiktar í Champions League í kvøld.
Á Estadio Santiago Bernabéu leikvøllinum í Madrid var stórdystur millum Real Madrid og Bayern München. Bayern München vann dystin 2-1
Beint undan steðginum endaði Luis Diaz eitt framúr gott álop við at seta bóltin í netið. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Harry Kane við einum góðum skoti økti til 2-0.
Manuel Neuer í Bayern München málinum hevði fleiri framúr bjargingar, men í 74. minutti eydnaðist tað Kylian Mbappé at fáa spenning í ta samlaðu uppgerðina.
Liðini hittast aftur á Allianz Arena leikvøllinum í München um átta dagar.
Arsenal vann eisini ein útisigur í kvøld. Á Estádio José Alvalade leikvøllinum í Lissabon vann Arsenal 1-0 á Sporting.
Kai Havertz skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Um átta dagar verður returdystur á Emirates leikvøllinum í London.
Í annaðkvøld klokkan 20 vera hesir báðar fyrru fjórðingsfinalurnar leiktar: FC Barcelona-Atletico Madrid og PSG-Liverpool.











