Finalistarnir í einmansleiki í badminton eru funnir

KONTRAST FM verður komandi vikuskiftið

BSF skrivar:

 

- FINALISTARNIR Í EINMANSLEIKI FUNNIR

 

Kontrast FM í badminton fór av bakkastokki í dag, har finalistarnir í einmansleiki hjá bæði kvinnum og monnum blivu funnir.

 

Hjá monnunum verður tað ein endurtøka av finaluni í fjør, tá tað aftur nú verða Rúni Øster og Christian Berg Petersen, sum hittast í finaluni. Í hálvfinaluni vann Rúni á einum stórspælandi Jafet Rasmussen, sum hevði settbólt i øðrum setti, men har Rúni vann 23-21 til síðst. Christian vann sína hálvfinalu ímóti Markus Bjarnason rættiliga trygt í tveimum settum. Sostatt skal Rúni veruliga spíla seg út fyri endurvinna føroyameistaraheitið við sigri á Christian.

 

Í finaluni hjá kvinnum skal Miriam í Grótinum eisini verja FM-heitið, men hesaferð verður tað ímóti Miu Thorkildshøj, sum vann á systrini Sannu í hálvfinaluni við einum trýsettara. Miriam vann á 17 ára gomlu Ranju Joensen úr KBF í hini hálvfinaluni, sum gjørdist ein spennandi tveysettari. Skrivar BSF.