Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

Iran: Møguligt at sigla gjøgnum Hormuzsundið í tvær vikur

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Aragchi, váttar í einum uppslagi á X, at Iran hevur gjørt avtalu við USA.

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

Tað verður trygg farleið gjøgnum Hormuzsundið í tvær vikur, um tað verður samskipað við Iran.

Tað skrivar iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Aragchi, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

– Verða álop móti Iran steðgað, fer okkara sterki herur at steðga sínum verjuátøkum.

– Í eitt tíðarskeið uppá tvær vikur verður trygg farleið gjøgnum Hormuzsundið møgulig, um hon verður samskipað við iranska herin og við atliti at tekniskum avmarkingum, skrivar hann.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix