Iran gongur eisini við til at gevast við sínum álopum í Miðeystri, um álopini á Iran halda uppat.
Tað sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araqchi, sum er maðurin á myndini omanfyri.
Sambært Reuters vil landið eisini lata upp Hormussundið, soleiðis at skip sleppa trygt gjøgnum sundið.
Hetta verður fyribils galdandi næstu tvær vikurnar.
- Siglingin gjøgnum sundið skal vera í samstarvi við iransku verjuna, sigur Abbas Araqchi.
Hormussundið er ein sera týdningarmikil siglingarleið inn og út úr Persaraflógvanum.
- Haðani kemur umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi, veit norska kringvarpið - NRK - at siga.











