Hormuzsundið millum Persaflógvan og Omanflógva eitt tað sundið í heiminum við mestari ferðslu.
Staðsetingin ger sundið til ein týðandi handilsmiðdepil.
Álopið hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar og iranska hernaðarsvarið hava tarnað útflutninginum av olju og gassi úr Miðeystri.
Iran boðaði í nátt frá, at sundið verður opið næstu tvær vikurnar, um USA steðgar sínum álopum. USA hevur boðað frá, at tað fer at steðga sínum álopum, um sundið verður latið uppaftur.
Hormuzsundið er ikki alment stongt, men fleiri skip hava lagt rutur um av ótta fyri álopum. Hetta merkir, at oljan skal flytast um aðra farleið, sum tekur longri tíð og tí kostar meira.
Heimsins størsta reiðarí, danska Mærsk, steðgaði siglingini í Hormuzsundinum orsakað av álopunum.
Les her, hvussu ófriðurin í Miðeystri hevur tarnað útflutninginum av olju og gassi gjøgnum sundið.
* Sundið liggur millum Iran í norðri og Sameindu Arabisku Emiratini og Oman í suðri.
* Tað bindur fleiri av Flógvalondunum saman: Irak, Kuwait, Saudi Arabia, Bahrain, Katar og Sameindu Arabisku Emiratini.
* Sundið er 33 kilometrar breitt á smalasta stað.
* Sundið er trupult at sigla. Sjálv skiparásin er einar umleið tríggjar kilometrar breið. Men tað hevur stóran týdning fyri heimsins oljuhandil.
* Umleið ein fimtingur av samlaðu oljunýtsluni í heiminum fer gjøgnum sundið.
* Vanliga fara meira enn 20 milliónir tunnur av ráolju, kondensati og brennievni ígjøgnum sundið í miðal dagliga.
* Oljuframleiðandi londini Saudi Arabia, Iran, Sameindu Arabisku Emiratini, Kuwait og Irak útflyta meginpartin av síni ráolju umvegis sundið - fyrst og fremst til Asia.
* Meðan vesturlond fyrr vóru størstu keypararnir av olju úr Miðeystri, er Asia nú fremsti keypari av olju, meðan USA er stórur framleiðari og útflytari av olju.
* Saudi Arabia - heimsins størsti oljuútflytari - noyddist at steðga framleiðsluni á einum stórum oljureinsiverki og at umleggja sendingina av olju umvegis Reyðahavið hinumegin landið í staðin.
* Katar, sum er millum heimsins størstu útflytarar av flótandi jarðgassi, sendir vanliga næstan alt umvegis Hormuzsundið. Men landið steðgaði virkseminum á sínum jarðgassverkum orsakað av álopinum.
* Irak hevur eisini verið noytt at skerja oljuframleiðsluna orsakað av ófriðinum í Miðeystri. Um miðjan mars hevði landið minkað framleiðsluna við næstan 1,5 milliónum tunnum um dagin - umleið helvtina av samlaðu framleiðsluni í landinum.
Kelda: Reuters.
/Ritzau/










