Chelsea fingið nýggjan venjara

Tað kom ikki óvæntað á, tá ið Chelsea í morgun boðaði frá, at Carlo Ancelotti verður nýggjur venjari í felagnum. Søgurnar hava gingið um hetta í ensku miðlunum í fleiri vikur, og nú er tað so váttað alment av Chelsea. Chelsea segði í farna kappingarári venjaran Luiz Felipe Scolari úr starvi, og Guus Hiddink røkti starvið fram til summarsteðgin. Carlo Ancelotti er 49 ára gamal. Hann hevur vant feløg sum Reggiana, Parma og Juventus, og seinastu átta árini hevur vant italska stórfelagið AC Milan. -Carlo hevur ígjøgnum langa tíð víst síni evni at skap alið, sum fáa úrslit, og sum kunnu spæla um meistaraheiti bæði í heimligu kappingini og í europeiskari kapping, sigur Chelsea á heimasíðu sínari.