Chelsea kunnger á síni heimasíðu í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við tann 19 ára gamla Oriol Romeu Vidal, sum felagið hevur keypt frá
FC Barcelona. Prísurin verður ikki nevndur, men vælvitandi keldur siga, at Chelsea hevur goldið fimm milliónir evrur fyri spaniumannin.
Oriol er verjukendur miðvallarspælari, men kann eisini spæla í miðverjuni.
Oriol Romeu Vidal byrjaði sína fótbóltsleið í Espanyol fyri sjey árum síðani. Seinni kom hann inn á eykaliðið hjá Barcelona, og í síðsta kappingarári fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá felagnum.