Chelsea hevur keypt ukrainska Mykhaylo Mudryk frá Shakhtar Donetsk fyri áleið 750 milliónir kronur við øllum. Serkmerkt við keypinum er, at Mykhaylo Mudryk er fjeppari av Arsenal og søgurnar siga, at hann var á veg til Arsenal, tá Chelsea yvirhálaði og keypti 22 ára gamla vongin.
Í fleiri vikur hevur Mykhaylo Mudryk givið til kennar á sosialu miðlunum, at hann er fjeppari hjá Arsenal, og fjølmiðlarnir hava verið á tremur við søgum um, at Arsenal er í holt við at keypa ukrainan.
Í evstu løtu kom Chelsea í vegin og langaði eitt tilboð upp á 750 milliónir krónur á borðið. Hesum tók Shakhtar Donetsk av. Forsetin í Shakhtar Donetsk, Rinat Akhmetov, hevur í samrøðu við The Athletic sagt at Arsenal setti seg í samband við Mykhaylo Mudryk uttan loyvi frá felagnum. Hann greiddi eisini frá, at hann ikki kundi siga nei til boðið frá Chelsea og at 170 milliónir krónur av teimum 750 fara til hermenn í Ukraina.
Mykhaylo Mudryk gjørdi hareftir ein átta og eitt hálvt ára sáttmála við Chelsea, sum nú hevur keypt fyri áleið 3,4 milliardir krónur síðani amerikanski Todd Boehly keypti felagið frá Roman Abramovich.
UEFA hevur eina reglugerð fyri hvussu nógvar pengar eitt felag kann brúka, men við at gera langar sáttmálar kann felagið spjaða útreiðslur yvir fleiri ár. Í miðal hevur Chelsea gjørt seks ára sáttmálar við spælararnar, sum eru komnir til undir nýggja eigaranum.