Cher The greatest hits

Cher. Hon er fantastisk. Soleiðis verður ofta sagt.

Summi fólk kalla tey ?korkproppmenniskju?. Cher tykist vera ein av hesum, saman við t.d. Tinu Turner, Jacob Haugaard og John Travolta. Uttan at samanbera víðari.

Tey kunnu falla, eru burtur eina tíð, men altíð reisast tey aftur. Kanka betri enn nakrantíð.

John Travolta spældi Grease og hvarv so eini 10 ár. Kom so øgiligur aftur. Haugaard kom úr tunnuni og er uppi enn. Tina Turner hevði lív á palli saman við manninum Ike Turner. Hann fór tó ila við henni og førdi fram, at hann hevði eitt navn, áðrenn hon kom uppí. Síðani fór Tina frá misnýtaranum Ike. Hon hvarv. Hann hvarv. Hon kom aftur og í dag kenna øll Tinu Turner. Onkur minnist Ike.

Øll kenna eisini Cher. Men hon hevur mestsum verið frammi alla tíðina, síðani hon og táverandi maðurin Sunny sungu lagið I got you babe.

Hetta lag er eitt av teimum mongu hittunum, ið er á nýggju fløguni hjá Cher. Her er ein fløga, ið er sonn perla. Her eru løg sum Believe, Shoop shoop song, Heart of stone, Just like Jesse James, Walking in Memphis og If I could turn back time.

Cher, sum er farin framvið teimum fimti árunum, hóast tað ikki sæst so væl, sigur teimum flestu okkurt. Yngri og eldri. Tað sæst eisini á hesi fløgu, har elsta lagið er úr sekstiárunum og nýggjasta var frammi fyri okkurt um einum ella tveimum árum síðani.