Fótbóltssamband Føroya hevur, eins og UEFA og danska fótbóltssambandið DBU, mist álitið á FIFA-forsetan Gianni Infantino.
Tað sigur FSF-forsetin Christian Andreasen við in.fo.
– Vit eru partur av UEFA, og vit hava eisini verið við í viðgerðini av hesum málinum. Vit eru ímóti ætlanini at selja partar av FIFA til privatar íleggjarar. Men enn er ikki greitt, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Infantino, sigur hann.
Sambært Christiani Andreasen er trupulleikin nógv størri enn bara hetta eina málið.
– Tað, sum hann ger, og mátin hann leiðir FIFA upp á, kann als ikki góðtakast.
Hann vísir á, at Infantino fleiri ferðir hevur sett stórar broytingar í verk uttan at ráðføra seg við limalondini.
– Hann setti heimsmeistaraskapin fyri felagslið í gongd uttan at tosa við nakran um tað. Síðani kom ætlanin um at víðka HM til 48 lið. Evropa var ímóti, tí tað gongur út yvir tær kappingarnar, sum longu eru. Men fyri at varðveita friðin varð tað kortini góðtikið.
Christian Andreasen heldur eisini, at Infantino hevur blandað seg ov nógv upp í politikk.
– Hann hevur givið Donald Trump eina friðarheiðursløn uttan at leggja málið fyri nevndina. Hann hevur verið sera tætt knýttur at Trump, og tað hevur irriterað nógv limalond. Eisini málið um reyða kortið, sum varð broytt eftir at Trump hevði vent sær til Infantino, hevur skaðað álitið á FIFA.
– Ein total gáta
Tað, sum kortini hevur fingið bikarið at flóta yvir, er uppskotið um at selja partar av FIFA.
– Tað er mær ein total gáta, at ein FIFA-forseti kann arbeiða soleiðis. Hann hevur havt fundir við limalond og nevndarlimir í longri tíð, men hevur ongantíð nevnt hetta uppskotið. Og so kemur hann knappliga mitt á nátt við einum kollveltandi uppskoti, sum ongantíð hevur verið fyri nevndini.
Sambært Christiani Andreasen vísir hetta ein leiðsluhátt, sum er alt ov lítið gjøgnumskygdur.
– Tá ein FIFA-forseti arbeiðir soleiðis, er greitt, at fólk missa álitið á honum. Nú hava øll UEFA-londini mist álitið á honum. UEFA hevur vanliga verið stuðlandi, men nú er ein reyð strika drigin í sandin. Nokk er nokk.
Kann hetta fella Infantino?
UEFA hevur tó bara 55 av teimum 211 atkvøðunum í FIFA.
– Onnur heimpartasambond mugu eisini taka undir, um hetta skal fáa avleiðingar. Heetta málið kann verða tað, sum fellir Infantino. Men spurningurin er, um nakað sterkt mótvalevni verður.
Hann leggur aftrat, at eitt lítið land sum Føroyar má arbeiða saman við teimum, sum standa teimum nærmast.
– Vanliga hava Norðurlond somu støðu. Vit hava ikki umrøtt at taka stuðulin frá Infantino, men tað verður neyvan eitt mál, sum Føroyar fara einsamallar at reka. Tað má verða við Norðurlondum og UEFA.
Kortini er hansara egna niðurstøða greið.
– Fyri mítt viðkomandi vísir hetta, at hann ikki er egnaður at vera forseti í FIFA.
Christian Andreasen minnir á, at Gianni Infantino í síni tíð varð valdur við lyftinum um at broyta arbeiðsháttin í FIFA eftir Sepp Blatter.
– Men í nógvum førum er hann verri enn Blatter. Vit hava mist álitið á honum. Hvat næsta stigið verður, mugu vit umrøða saman við UEFA og Norðurlondunum.











