Christian prinsur byrjar eftir summarfrítíðina í 2. g á Ordrup Gymnasinum í staðin fyri Herlufsholm Mynd: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix

Christian prinsur og Isabella prinsessa funnið nýggjar skúlar

Eftir harðar atfinningar mótvegis privatskúlanum Herlufsholm hava krúnprinsahjúnini valt aðrar skúla til børn síni

 

Christian prinsur byrjar eftir summarfrítíðina í 2. g á Ordrup Gymnasinum í staðin fyri Herlufsholm Mynd: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix

Christian prinsur byrjar eftir summarfrítíðina í 2. g á Ordrup Gymnasinum, meðan Isabella prinsessa fer í 9. flokk á Ingrid Jespersen Gymnasieskole í staðin fyri Herlufsholm.

Tað upplýsir kongshúsið á Facebook og Instagram.

– Eftir umhugsan hevur krúnprinsahúskið í summar tikið støðu til komandi skúlaár, skrivar kongshúsið á Facebook.

– Í nýggja skúlaárinum byrjar Hansara Kongaliga Hátign Christian Prinsur í 2. g á Ordrum Gymnasium í Gentofte og Hennara Kongaliga Hátign Isabella Prinsessa í 9. flokki á Ingrid Jespersens Gymnasieskole í Keypmannahavn.

Børnini hjá krúnprinsahjúnunum skuldu annars eftir ætlan farið á Herlufsholm Skole og Gods. Har gekk Christian frammanundan.

Men um tað mundið, tá summarfrítíðini byrjaði, boðaði kongshúsið frá, at tey ikki skuldu ganga har kortini, eftir at so nógvar atfinningar hava verið at skúlanum.

Atfinningarnar komu millum annað frá Styrelsen for Undervisning og Kvalitet (STUK), sum hevur gjørt eina fyribils meting av trivnaði á skúlanum.

Kanningin varð sett í verk, eftir at TV2 vísti ein dokumentar um skúlan í mai. Har søgdu fleiri fyrrverandi næmingar frá um eitt umhvørvi, sum er merkt av harðskapi, happing og kynsligum ágangi.

 

##med2##

Í meting síni segði stýrið seg av álvara stúra fyri trivnaðinum hjá næmingum á skúlanum. Og í sama viðfangi metti stýri, at tað fór at vera grundarlag fyri at gera fleiri umfatandi broytingar á Herlufsholm.

Krúnprinsahjúnini boðaðu frá í sambandi við avgerðina um at sleppa ætlanunum um Herlufsholm bæði fyri Christian prins og Isabellu prinsessu, at tað hevði verið »ein trupul tilgongd fyri okkum sum familju«.

Kortini varð avgerðin tikin við støði í »heildarmyndini og okkara serligu støðu sum krúnprinsahjún«. Tað stóð í boðum frá kongshúsinum 26. juni.

/ritzau/

 

 

Christian prinsur byrjar eftir summarfrítíðina í 2. g á Ordrup Gymnasinum í staðin fyri Herlufsholm Mynd: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix

Isabella prinsessa byrjar í 9. flokki á Ingrid Jespersen Gymnasieskole í staðin fyri Herlufsholm