Christian vil sleppa undan almenna ljósinum

Christian F. Andreasen er ikki hin sami handan tjaldið. Hóas vit vanliga síggja hann í fjølmiðlunum í jakkasetti, hevur hann lítlan hug at vera í andglettinum. – Tað noyðist eg at taka við, sigur Christian F. Andreasen, sum vann forsetavalið í FSF í farna mánaði

Vangamynd: Hansara avgerðir hava oftast stóran almennan áhuga. Sum fyrrverandi nevndarformaður í Atlantic Airways varð Christian F. Andreasen ofta noyddur at standa fram og svara spurningum frá forvitnum fjølmiðlafólki. Eisini sum sakførari og nevndarformaður í øðrum feløgum hevur hann ofta verið frammi. Og hann tykist á ongan hátt at hava trupulleikar at svara spurningum.
Seinasta mánaðin hevur navnið hjá Christian F. Andreasen kanska verið serliga nógv í føroysku fjølmiðlunum. Hann vann í februar forsetavalið í FSF á Høgna í Stórustovu, og stendur nú við róðrið í føroyska Fótbóltssambandinum.

Náttúran er frírúmið
At síggja til hóskar hann eisini væl til myndina av einum sakførara. Hann er í klædningi og svartaskóm, og brillurnar eru smartar. Siðiligur og uttan hóvastak svarar hann spurningunum, eg seti honum. Eitt sindur ófriðarligur trummar hann inn ímillum við fingrunum niður í borðið, meðan hann nágreiniliga greiður frá. At hann eisini hevur flotta fartelefon styrkir bara um fordómin av honum sum ein nossligan løgfrøðing.
Men undir skræðuni er veruleikin kortini ikki heilt so einfaldur.
Hóast gerandisdagurin fer við at ferðast millum jakkasett, hátíðarligar nevndarfundir og roknskapartøl, ger hann skjótt greitt, at honum dámar lítið at vera í andglettinum, men heldur, at úrsltini skulu tala sína søk. Tí leitar hann oftast burtur frá dagliga resinum, tá møguleikin býðst. Stóran part av frítíðini situr hann á einum hesti ella gongur púra einsamallur í fjøllunum.
– Føroyska náttúran er mítt frírúm frá dagliga arbeiðinum. At sleppa burtur frá stressinum og fáa fríska luft er eitt slag av movitatión, greiður formaðurin í Fótbóltssambandinum frá.
Men handan tjaldið, stendur Christian F. Andreasen so í andsøgn við mannin í jakkasetti, sum vanliga er frammi í almenna rúminum?
Hann er skjótur at svara.
– Ja, avgjørt. Eg hevði gleðiliga verið minni sjónligur, um tað var gjørligt. Men eg trívist væl sum sakførari og nevndarlimur, og tá hoyrir tað til at práta við fjølmiðlarnar. Tað noyðist eg at taka við. Men tað er ikki ein ynskistøða. Yvirhøvur ikki, sigur Christian F. Andreasen.
Tað var júst í royndini at sleppa undan almenna ljósinum, at hann nærum rann undan fjølmiðlunum undir valstríðnum. Hann metti tað verða óneyðugt at tveita seg í eitt alment kjak, tá føroyska fólkið ikki skal atkvøða.
– Eg prátaði við fleiri formenn í feløgunum og greiddi teimum frá mínum ætlanum. Feløgini eiga atkvøðurnar, og tí noyddist eg ikki at reklamera fyri mær sjálvum í fjølmiðlunum, fortelur FSF-forsetin, áðrenn hann tekur tøppin av tveimum appelsin-sodavatn, og setir tær á borðið. Hann reikar runt í rúminum eina løtu, men setir seg so niður.

Løgfrøðingur
Christian F. Andreasen flytir av landinum í 1980. Leiðin gongur til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði. At valið fellur á júst løgfrøði er eitt sindur tilvildarligt. Meðan Christian gongur í HF í Havn, býr hann hjá farbróðri sínum, sum er dómari í Føroya Rætti. Haðani kemur helst áhugin fyri lógum og reglum.
– Sum hjá fleiri øðrum var torført at gera av, hvat eg skuldi lesa. Tað var í øllum førum greitt, at tað ikki skuldi taka ov langa tíð. Eg hugsaði um at lesa til lækna, men tá eg fann útav, at lesnaðurin tók sjey ár, tímdi eg ikki tað. Eg valdi løgfrøði á hálvt fimta ár, og mær dámdi tað væl beinanveg, sigur hann.
Í lestrartíðini svevur hann ikki frítíðina burtur. Tá hann ikki er bundin av skúlanum og heimaarbeiði, hjálpir hann eitt sindur til í Fólkatinginum, umframt at vera formaður í Føroyska Studentarfelagnum í Danmark og taka telefonina á kollegiunum, hann býr í. Hann er sera málrættaður og ynskir seg alla tíðina aftur til Føroya, har hann trívist best.
Í januar í 1985 er hann liðugur, og fær alt fyri eitt arbeiði sum sakførari í Føroyum. Longu árið eftir vilja fótbóltsfeløg í Eysturoynni stilla hann upp til nevndarvalið í Fótbóltssambandinum. Hann tekur av, og verður síðan ofta umbiðin til nevndararbeiði, eisini í øðrum samanhangi. Fyrstu tíðina berjir Christian seg gjøgnum strævnu gerandisdagarnar, meðan hann so hvørt loysir uppgávurnar.
Dugir tú ikki at siga nei?
Hann drálar eina løtu og hyggur fram fyri seg. So svarar hann:
– Eg dugi ikki nóg væl. Men eg havi ongantíð tikið eina avbjóðing, sum eg veit, eg ikki eri førur fyri at loysa. Eg syrgi altíð fyri at geva meg fult út í mínum arbeiði, sigur Christian F. Andreasen, og vísir samstundis atfinningunum aftur, at hann ikki hevur tíð at vera FSF-forseti.
– At vera FSF-forseti er ikki eitt heiltíðarstarv, men eitt nevndararbeiði, sigur hann.

Royndist illa sum málverji
Skúlagarðurin í skúlanum á Toftum er savningardepilin hjá ungdóminum í bygdini í sjeytiárunum. Garðurin er einasta staðið, har tað veruliga ber til at spæla fótbólt, og hvørja fríløtu síggjast ágrýtnu dreingirnir renna aftan á bóltinum í tronga skúlagarðinum.
Tað er fyri tað mesta her, at Christian F. Andreasen veksur upp. Hann finnur seg skjótt til rættis sum málverji, men tað liggur ongantíð í kortunum, at hann skal gerast drúgvur fótbóltsspælari. Sum ungur droymir hann seg út á havið, og tí dámar honum eisini væl at standa í egningarskúrinum og kappast um at egna flottasta stampin. Tí er hann fegin, tá hann fer við útróðrarbátinum Brøðraberg, sum pápin rekur, eftir at hava lokið realskúlan í Runavík.
Men dreyminum at gerast skipari noyðist hann at sleppa tíðliga. Hann hevur ringa sjón í øðrum eyganum, og tí eru møguleikarnir avmarkaðir. Hann setur sær fyri at fáa útbúgving, og fer í 1977 undir HF-skeiðið í Hoydølum.
Christian sleppur endaliga fótbóltinum, tá hann flytir til Danmarkar í 1980.
– Eg royndist ongantíð serliga væl sum málverji. Tað er helst tí, at B68 flutti upp í bestu deildina, tá eg flutti niður til Danmarkar, letur skemtandi í honum.

Ikki skil fyri fótbólti
Christian F. Andreasen roynir í heilum at flyta fokus. Hann tykist ikki hava stórvegis áhuga at práta um seg sjálvan. Hann ger stundum eina roynd at førka prátið inn á lívið sum sakførari í Føroyum og Fótbóltssambandið.
Nú ger hann aftur eina roynd. Hann hevur gjørt enda á appelsin-sodavatnini, og stendur nú uppi og fortelur um avbjóðingina sum forseti í FSF. Men soleiðis skal Christian F. Andreasen helst eisini lýsast. Sum ein maður í andglettinum, tí hann noyðist.
Hann ger greitt, at spæliskipanir, rennimynstur og innarasíðu ella uttarasíðu avleveringar ikki siga honum so nógv. Tað eru kappingarreglarnar, lógirnar og organisatiónin í fótbóltsspælinum, sum hava hansara áhuga.
Men hvør verður so tín leiklutur sum FSF-forseti?
– Eg vil fyrst og fremst, at samstarvið millum feløgini og Fótbóltssambandið verður varðveitt og helst styrkt. Tí øll mugu verða við til at skapa úrslitini. Kærumál og trætur hoyra ikki heima í nevndararbeiðinum eftir mínum tykki, og tí fær umsitingin og Aganevndin uppgávurnar at loysa slíkar trupulleikar. Ein nevnd skal seta karmarnar, men ikki umsita. Eg fari at standa á odda fyri einari professionellari og uttanveltaðari nevnd, sum vil føroyskum fótbólti tað besta, sigur Christian F. Andreasen.