CIA skal svara í dag

Í seinasta lagi á middegi í dag skal amerikanska fregnartænastan greiða frá sínum kanningum undan krígnum í Irak

Tað er fregnartænastunevndin hjá Senatinum í Washington, sum hevur givið CIA knívin á barkan: Í seinasta lagi á middegi í dag skal fregnartænastan lata nevndini øll skjøl í sambandi við tær kanningarnar, sum vórðu gjørdar í Irak undan krígnum har.
CIA hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni í sambandi við kríggið í Irak. Serliga verður víst á, at fregnartænastan helt uppá, at stýrið hjá Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn, men herfyri kunngjørdu amerikonsku vápnaeftirlitsmenninir, at teir høvdu ikki funnið nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Sambært BBC fer fregnartænastunevndin hjá Senatinum at koma til ta niðurstøðu, at CIA gjørdi av ov nógv av.
Senatsnevndin hevur kravt at sleppa at avhoyra ovastan í CIA, George Tenet. Fleiri demokratiskir politikarar stúra nú fyri, at hann verður gjørdur til syndabukk í Irak-málinum. Tað var Bill Clinton, sum setti George Tenet til ovasta í CIA, og fleiri demokratar vænta sambært BBC, at Bush-stjórnin fer at gera hann til syndabukk fyri at doyva atfinningarnar at forsetanum og stjórnini.