Magnus Gunnarsson
Tryggari enn áður
Í útsjónd er Xsara árgang 2001 mest broyttur framman, við nýggjum og størri forlyktum við klárum glasi og innbygdum tokulyktum, ið tilsamans geva 20 prosent betri ljós. Kølaragittari er vorðið ein partur av motorhjálminum, sum eisini er broyttur nakað. Tilsamans gevur hetta bilinum eina heilt aðra útsjónd, tá man møtir honum í ferðsluni.
Fyri at økja um trygdina í einum samanstoyti, hevur Xsara fingið styrkt karossarí, eins og hurðar og mittarstólpið eru stúttari. ABS og elektronisk deiling av bremsukraftini (EBD) eru nú standard, eins og skivubremsurnar aftan og framman eru munandi styrktar.
Vælvirkandi motorur
Ístaðin fyri teir fyrru 1,6 og 1,8 litur motorarnar, hevur nýggi Xsara ein nýggjan 1,6 litur motor við 16 ventilum og 110 hestakreftum. Hetta er ein vælvirkandi motorur við góðari kraft og trekkjur eins væl við lágum og høgum motorsnúningum. Motorurin larmar lítið og lýkur øll Euro IV krøvini til dálking. Annars fæst Xsara við fleiri motorstøddum, sum til dømis tí umhvørvisvinarliga 2,0 litur HDI dieselmotorinum.
Nógv standardútgerð
Xsara er sera væl útgjørdur við nógvari standard útgerð, so sum ABS bremsur við EBD, variabla servostýring, tokulyktir aftan og framman, el-síðuspegl við varma, el-síðurútar, startsperru í lykilinum, ventilatiónskipan við pollenfiltur, varma í framsetrunum, sentrallás við fjarstýring og RDS radio við fløguspælara og 6 hátalarum.
Framsýning leygardagin
Í sambandi við at teir fyrstu Xsara við nýggja motorinum komu til landið í vikuni, verður framsýning av bilunum á bilasøluni hjá Ivan Johansen leygardagin 3. februar frá kl. 10.00-14.00 har eisini verða møguleikar at royna aðrar nýggjar og brúktar bilar.