Talan var alla tíðina um støðugt trýst móti málinum hjá Blackburn, men við einum brotssparksmáli góðar 20 minuttir fyri leiklok vissaði Blackpool sær trý týðandi stig. Claus og liðfelagarnir eru í løtuni nummar 18 í enska Championship – trý stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.