Fimm mans og ein kvinna mynda bólkin Clickhaze, sum blásti øll tey, sum vóru í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, um koll við sínum frálíka og intensa tónleiki, sum neyvan er hoyrdur áður undir somu lon. At bólkurin haraftrat einans hevur tveir mánaðar á baki, ger bert avrikið enn meiri ótrúligt.
Brúktu dulnevni
Á listanum yvir limirnar í bólkinum stóðu einans fimm nøvn, men nakrar fáar dagar áðrenn kappingina í Miðvági, hevði tað eydnast bólkinum at lokka Eiðvør Pálsdóttir at koma við, og hon er jú ein fongur við síni vøkru rødd. Á listanum stóð eisini Waco Koresh sum sangari og B. á. L. sum gittarleikari. Tað vísti seg so, at aftan fyri hesi bæði dulnevni goymdu seg Petur Jensen og Bogi á Lakjuni, sum báðir eru best kendir fyri sín leiklut í Visible Fish.
Hvør munur er á Clickhaze og Visible Fish, vil onkur kanska spyrja, og til hetta sigur Bogi á Lakjuni, at fyri hansara viðkomandi, so hevur hann spælt við Visible Fish í fleiri ár, meðan Clickhaze er heilt nýtt, so hjartað liggur nokk meira hjá Visible Fish, sigur Bogi.
Trúðu á seg sjálvan
Jens L. Thomsen, sum leikar bassin í Clickhaze, sigur, at tey helst ikki vóru skelkaði yvir at koma víðari, tí tey vistu, at høvdu tey ein góðan dag og hugnaðu sær á pallinum, so var møguleikin fyri at koma víðari til finaluna har.
Allir limirnir í bólkinum hava roynt seg í øðrum bólkum áðrenn Clickhaze, og tað ger sjálvandi sítt til, at tey ikki gerast so stirvin á pallinum og kanska ikki eru so nervøs sum onkrir aðrir bólkar.
Tónleikurin, sum Clickhaze spælir, er eisini fjølbroyttur. Tað, sum bólkurin borðreiddi við leygarkvøldið, spenti líka frá hørðum rokki til rapp og víðari til stillar kærleikssangir. Tá ið tey spældu nøkur eykaløg í sambandi við, at tey høvdu vunnið umfarið, komu knappliga nakrar afrikanskar trummur á pallin. Bassleikarin, Jens L. Thomsen, og annar gittarleikarin, Jón Tyril, settu seg síðani við hvør sínari trummu at spæla, og tað var ein fragd fyri oyra at hoyra hesi forvitnisligu ljóðførini dundra í Bygdarhúsinum. Hetta var somuleiðis eitt gott prógv um, hvussu dugnaligir tónleikarar limirnir í Clickhaze eru.
Gera tónleikin í felag
Tað eru so at siga allir limirnir í bólkinum, sum eru við til at gera tónleikin. Jón Tyril er oftast tann, sum kemur við hugskotinum - rútmunum. Síðani setur Bogi á Lakjuni akkordirnar, áðrenn Petur Jensen og Eiðvør Pálsdóttir koma við rappinum og melodiuni, greiður Jón Tyril frá.
Ætlanin er avgjørt at halda fram við bólkinum, siga limirnir, men tað fer at gerast eitt sindur trupult við venjing, tí at bæði Petur og Bogi eru við í øðrum bólkum. At teir báðir nú hava spælt seg í finaluna um Prix Føroyar við tveimum bólkum, er kanska eitt sindur óheppið. Hesin trupulleikin er ikki bert galdandi fyri Visible Fish og Clickhaze, tí eisini er bassleikarin í MC Hár, Heri Reynheim, tann sami sum í Diatribes, sum jú vann undanumfarið á Strondum undanfarna vikuskifti. Tað kemur meiri enn so fyri, at tónleikarar eru við í fleiri bólkum, og er hetta rættuliga harmiligt fyri hinar tónleikararnar.
Gott at spæla í Miðvági
Manningin í Clickhaze dámdi sera væl at spæla í Bygdarhúsinum í Miðvági. Umstøðurnar vóru góðar, og pallurin var frálíkur. Hann var ikki ov høgur, og tú hevði allatíðina samband við áhoyrararnar, og tað var øgiliga gott, siga clickhazarnir.
Somuleiðis gleddust tey um, at áhoyrarafjøldin var so livandi, og at hon ikki tóktist at hava fordómar móti bólkunum, sum ikki vóru úr Vágum, heldur tvørturímóti.
Hvat, ið vit kunnu vænta av Clickhaze í Prix Føroyar finaluni, er ilt at siga, men havandi i huga, at bólkurin bert er tveir mánaðar gamal, so verður tað sera spennandi at hoyra, hvussu langt tey eru komin, tá ið hann eru nærum fýra mánaðar gamal.