VINNA
- Vit tosa um eitt navn í heimsklassa.
- Hann skal geva okkum serligan íblástur á hægsta støði.
- Hetta er ein ultimativ staðfesting av Føroyum sum partur av globala heiminum.
Tað gekk ein løta áðrenn Jan Mortensen, Jóhan Páll Joensen og Magni Arge vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag vildu avdúka, hvønn talan var um, tá teir á tíðindafundi í morgun høvdu tosað eina løtu ein “serligan persón”, sum skuldi seta Føroyar á heimskortið.
Føroysku fjølmiðlarnir fingu fundarboð seint í gjárkvøldið til tíðindafund uttan yvirskrift.
- Tað er sikkurt Clinton, sum kemur til Føroya, segði onkur í skemti.
Og tað var tað eisini.
24. mai í ár skulu Bill Clinton, fyrrverandi forseti í USA, og sviin Hans Blix, fyrrverandi leiðari fyri vápnaeftirlitið í Irak, halda hvør sín fyrilestur í Norðurlandahúsinum.
Ætlanin er, at teir báðir skula røða í umleið ein tíma hvør, og eftir hetta svara teir spurningum frá fundarfólkinum í hálvan tíma í part.
Bliv steðgar á nakrar dagar
Føroya Arbeiðsgevarafelag er stigtakari til tiltakið. Í gjár stutt fyri nátturðatíð varð staðfest, at avtalan við World Celebrity Event, ið umsitur fyrilestrarøðir hjá Bill Clinton í Evropa, var komin upp á pláss.
Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, helt m.a. fyri, at nú hava vit í Føroyum tosað um visjónir í eini eitt-tvey ár.
- Men okkum í vinnuni dámar betur at handla, segði Jóhan Páll Joensen, og metti, at vit sjálv ofta eru okkara egna forðing, og at tað tí er av týdningi av at fáa slíkar persónligheitir til Føroya.
Enn er skráin ikki fastløgd, og tí bar ikki til at fáa at vita á tíðindafundinum, nær Clinton og Blix koma til Føroya ella hvørjum teir flúgva við.
Tó er sannlíkt, at Clinton bara verður í Føroyum hósdagin 24. mai, og tí ber ikki til at fáa at vita, um ger nakra útferð. Helst koma Clinton og Blix í sama flogfari til Føroya, men Hans Blix hevur konuna við, so Blix-hjúnini verða væntandi í Føroyum nakrar dagar.
Fíggjað við luttøkugjaldi
Fyrireikararnir vilja ikki siga, hvussu nógv tað kostar at fáa hesar báðar menninar, sum eru kendir av altjóða politiska pallinum, hendanvegin. Heldur ikki ber til at fáa viðmerkingar viðvíkjandi trygdini. Fyrireikararnir vátta tó, at løgreglan er millum tey fáu, sum eru kunnað um ta fínu vitjanina, og politiið hevur givið grønt ljós.
Tó hevur ljóðað aðrastaðni, at fyrrverandi amerikanski forsetin áður hevur fingið umleið eina millión danskar krónur í samsýning fyri ein einstakan fyrilestur, og sum dømi kann nevnast, at tá Clinton vitjaði í Frederikshavn 29. september í fjør, rindaðu teir 1800 áhoyrararnir frá 2500 krónur í part fyri atgongumerki við døgurða, og tey bíligastu atgongumerkini kostaðu 1495 krónur.
Í Norðurlandahúsinum er tó bert pláss fyri eini 400 fólkum, so kanska hetta ávirkar atgongumerkjaprísin.
Clinton avgjørdi dagin
Tað er kortini greitt, at tiltakið verður fíggjað við inntøkunum frá luttøkugjaldi, sum fólk frá vinnulívinum helst sleppa at keypa. Talan er ikki um eina politiska vitjan, men Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum váttar, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er boðin við til fyrilesturin. Eisini nevnir Jóhan Páll Mortensen møguleikan fyri. at føroyingar kunnu bjóða leiðslum í útlendskum fyritøkum hendanvegin at hitta Clinton og Blix.
- Tað primera endamálið er at skapa eina góða uppliving, sigur Jóhan Páll Joensen.
Hvat evni verður á fundinum, er ikki greitt enn, men Magni Arge, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsagevarfelag, sigur, at Clinton plagar at tosa um teir “stóru spurningarnar”, tvs. heimspolitikk o.l. evni.
Fyrireikararnir himprast heldur ikki at viðganga, at tað er kalendarin hjá Clinton, ið hevur avgjørt, at tað júst verður 24. mai, sum verður dagurin, tá Clinton vitjar í Føroyum. Sambært Magna Arge er hetta tó heppið, tí hetta er tíðin, tá tað sambært hagtølunum eru minst sannlíknindi fyri, at fløgfør ikki fáa lent vegna mjørka.
Spurdir, um Clinton kennir Føroyar, svara fyrireikararnir, at hann í øllum førum hevur flogið yvir Føroyum áður, og at hann í øllum førum veit um Føroyar, nú oyggjalandið hevur fingið innivist í hansara álmanakka.
Tað er kortini púra vist, at Clinton fær nógv tilboð, og at hann kann velja og vraka millum tilboðini. Harafturat fer hann at seta nógva tíð næstu mánaðirnar av til valdystin hjá konuni Hillary Clinton um at gerast næsti forsetin í USA.
Føroya Arbeiðarafelag hevur arbeitt við at fáa Clinton til Føroya síðan í heyst, og fyrireikararnir siga, at nærri verður at frætta seinni, hvussu tann endaliga skráin fer at síggja út.
MYNDATEKSTUR
Í dag varð avdúkað á fundi í Vinnuhúsinum í Havn, at Bill Clinton og Hans Blix skulu halda fyrilestur í Føroyum
MYND: Álvur Haraldsen