- Í dag fara børn og ung at luttaka í Color Run, tá næmingar á Ítróttaháskúlanum, næmingar í Vágs skúla, Porkeris skúla og Sumbiar skúla fara at renna og ganga, meðan tónleikur spælir, og ymiskir litir verða kastaðir á tey.
Í Vágs kommunu siga tey, at Color Run strekkir seg yvir hesi øki:
* Við Smátturnar
* Við Vatnið
* Vesturi í Bø
- Eisini skipar barnagarðurin Eikilund fyri Color Run, og hetta fer fram á útiøkinum kring barnagarðin.
Sagt verður, at Color Run í Eikilund byrjar klokkan 10, og Color Run fyri næmingarnar byrjar klokkan 11.
- Væntandi verður alt liðugt um 12-tíðina.
Í Vágs kommunu heita tey á bilførarar um at ansa eftir næmingunum.
- Vit ynskja bæði børnunum og teimum ungu eitt gott Color Run, verður lagt aftrat.











