Come-back av Woods

Tiger Woods setti um vikuskiftið enn eina striku undir sína støðu sum heimsins besti golfspælari. Fríggjadagin sá annars einki út, tá hann fór runt breytina í Ohio við 74 sløgum, sum er tvey yvir Par. Leygardagin vann hann seg upp á stigatalvuni, og sunnudagin nýtti hann bert 65 sløg um breytina, soleiðis at hann vann kappingina. Woods varð í fjør plágaður av einum knæskaða, men avrikið um vikuskiftið ger hann til stórfavoritt undan US Open, sum byrjar um tvær vikur.