Rapparin Coolio, sum herfyri vitjaði í Føroyum, er handtikin av løgregluni í Hollywood fyri at koyra uttan koyrikort. Løgreglan steðgaði honum tíðliga týsmorgun fyri eitt minni ferðslulógarbrot og teir løgdu tá til merkis, at koyrikortið hjá honum longu var tikið og ein ordri longu var givin til at handtaka Coolio.
Eftir at hava sitið í varðhaldinum í fimm tímar, var Coolio leyslatin ímóti eini kautión áljóðandi 10.000 dollarar.
Rapparin gevur náttklubbanum ?One Sunset? skyldina fyri, at hann var handtikin, tí hann fyrr á kvøldinum varð noktaður atgongd til dansistaðið.
- Tey lovaðu mær ikki inn, tí eg eri myrkur og um eg var komin inn, var eg ikki komin í fongsul, so eg eri í øðini.
Sambært Coolio var alt bara ein misskiljing, tí hann hevði fingið koyrikortið hjá sær aftur nakrar dagar áðrenn, hann varð handtikin. ? Hetta samsvarar tó sambært amerikansku løgregluni ikki við veruleikan.