Costa Del Malarendi í Nólsoy

Kantur er nú stoyptur fram við bryggjuni á Malarenda, sum tíðarinnar tonn hevði oyðilagt

Bryggjan úti á Malarenda var so illa farin, at hon ikki kundi nýtast til atløgubryggju meira. Men, sum flestum kunnugt hava nólsoyarkonur í eina tíð svomið á sjónum úti á Malarenda. Tað eru serliga kvinnur í bygdini, sum sunnumorgnar hava svomið í tí kalda sjónum, og hetta gjørdu tær eisini, tá kavi og frost var fyrr í vetur.
Tórshavnar kommuna, sum eisini fevnir um Nólsoy, hevur gjørt av, at í staðin fyri eina ónýtiliga atløgubryggju, verður kantur nú stoyptur, og síðan verður sandur lagdur, har bryggjan áður hevur verið.
Bryggjukanturin er brotin burtur, og stoypt er fram við.
Krabbasker, sum partvís hevur ligið undir í betongi í nógv ár, er nú frílagt aftur, og nólsoyingar ivast onga løtu í, at arbeiðið, sum nú verður gjørt, fer at fríðka munandi um umhvørvið á Malarenda.