Creme de la creme

Sjey solistar, fyrireikarar og áhoyrarar vóru leygarkvøldið við til at gera landaplágur á palli til eina ta bestu konsertina í Klaksvík í mong ár. Øll konsertin sum hon var, var einastandandi góð, og fyrireikararnir vóru vælnøgdir við undirtøkuna, men tó skal sigast, at tað kundu væl verið nógv fleiri fólk í KÍ høllini leygarkvøldið

Klaksvík:
Leygarkvøldið var KÍ høllin karmur um eina afturlítandi konsert, sum nevndist landaplágur á palli. Gott 500 fólk sótu niðri í høllini, tá konsertin byrjaði um hálvgum tíggjutíðina.
Løg sum Shadow of a Doubt, Heldur akker títt, Alla nátt, Lívsins leikur, Like a slave, Til allar vinir, Heimstaðið og Føroyar rungaðu eftir í høllini, meðan áhoyrararnir fingu eina konsert fyri allar pengarnar. Fólk vóru í góðum hýri, og øll hugnaðu sær.
Hendan konsertin má sigast at vera ein av teimum, sum geva seg sjálvar frammanundan. Tí her var borðreitt við ongum minni enn við creme de la creme í Klaksvík og teimum kendastu løgunum frá seinastu tríati árunum. Øll konsertin eydnaðist avbera væl ? tó við nøkrum smávegis tøkniligum trupulleikum, sum bara lata til at eiga at vera ein partur av tí heila, tá okkurt fer fram. Men sum áhoyrari millum øll hini gott 500 fólkini, so má sigast, at tað var eitt lítið vónbrot, at tað ikki vóru enn fleiri, sum høvdu lagt sær leiðina niðan í KÍ høllini leygarkvøldið. Tá sjálvt ikki tað besta av tí besta kann lokka fleiri enn 10 % av øllum klaksvíkingum út, so er ilt at siga, hvat tað er, sum skal til.
Fyrireikararnir søgdu tó, at teir vóru avbera vælnøgdir við undirtøkuna, tí teir vistu ikki frammanundan, hvat teir skuldu vænta sær, tí at tað eru so mong ár síðani, at ein líknandi konsert var í Klaksvík. Men fleiri høvdu á máli eftir konsertina, at tey høvdu væntað ikki minni enn 1.000 fólk hetta kvøldið.

Framúrskarandi plágur
Ein sera vælupplagdur Gunnar Nolsøe var vertur hetta kvøldið. Fyrstur á pallin var Jógvan Hansen, forsangari í Aria. Hann legði út við sanginum Hesi snýð av fløguni Vælskapt brek. Jógvan segði sjálvur, at tað var so mikið langt síðani, at hann seinast stóð á palli, at hann var heilt nervøsur. Men tað tóktist ikki at nerva hann tað stóra, tí hann kom sera væl frá sínum framførslum. Hann gav seg fult út til øll trý løgini, sum hann sang.
Síðani kom Birgir Sigurðsson, sangari í I am. Hann framførdi somuleiðis tríggjar sangir. Ein av teimum var Heldur akker títt, sum hann sang saman við MC Restorff fyri nøkrum árum síðani. Hetta var fyrstu ferð, at hann framførdi hendan sangin live, og hann tók skemtandi til, at nú skuldi tað gerast orduligt.
? Nú skal tað verða við ordiligum Klaksvíks ó ? og ikki havna ó, segði hann og legði flennandi afturat, at ein ger so nógv undir trýsti.
Birgir bergtók øll við sínum framúrskarandi sangi, og rópini og klappini frá áhoyrarunum aftaná vóru ikki til at taka feil av.
So var tað tíð til ein av teimum meira royndu sangarunum. Karl Martin Samuelsen kom vælupplagdur á pallin, og hann setti lív í alt og øll við "manér". Við gomlum landaplágum og serliga Alla nátt hjá Hjarnum, fekk hann øll at syngja við. Ung sum gomul ? børn sum vaksin sungu av lív og sál við honum. Sjálvandi sang hann eisini hjartaknúsaran Breaking my heart, og tá sóust tendrarar í skýmligu KÍ høllini.
Síðani bleiv sjálv konsertin avbrotin av tveimum skemtarum, sum komu upp á pallin at fáa fólk at flenna eina løtu. Tað vóru teir báðir Sámal Eyðfinn Akursmørk og Finn Johannessen, sum undirhildu eina løtu.
Aftaná teir kom einasta kvinnuliga songrøddin hetta kvøldið. Arnfríð Lützen bergtók, sum altíð øll, við sínu klokkukláru og hørðu rødd. Hennara løg vóru beint mótsatt stílinum hjá lívliga Karl Martini, sum var á pallinum beint frammanundan.
So kom ein, sum ikki hevur verið at sæð á palli í nógv ár. Jákup Marner Anthoniussen, sum var sangari í Science Fiction og Blátt. Hann varð móttikin, sum ein onnur rokk-stjørna, sum fólk ikki hava sæð ella hoyrt í eitt mannaminni. Við løgum sum Like a Slave og Angels in White førdi hann kanska serliga tey í eldra endanum aftur í eina lívsglaða og spennandi tíð. Og sjálvandi sang hann landapláguna av øllum Til allar vinir eisini.
Síðani var tað Steintór Rasmussen. Og hann fekk somu móttøku, sum Jákup Marner. Og sangurin í høllini rungaði við, tá hann sang løg sum Heimstaðið og Føroyar.
Tá Steintór var liðugur við sína framførslu, komu allir sangararnir uppaftur á pallin at syngja ein tann mest sungna "felagssangin" í Føroyum Lívsmynd. Og tá kom rættuligt lív í áhoyrararnar, sum stóðu uppi og sungu og klappaðu við.
Men tað manglaði tó ein sangari. Og tað var Hans Jacob Nystrøm. Hann kom upp á pallin og sang tveir sangir av KÍ bandinum, sum kom út í 1991. Og tað mátti jú til, tí føðingardagsbarnið og orsøkin til hesa konsertina kundi ikki gloymast. Tá vit hittast við vøllin og Liðið tað eitur KÍ mundu ongan enda fingið.
Síðani var konsertin av, men allir sangararnir vórðu klappaðir uppaftur til eitt eykanummar. Og var tað ongin minni enn Í skúri hjá Science Fiction. Ein sangur, sum enn tann dag í dag er at hoyra í so gott sum hvørjari Kvøðuljómasending.
Konsertin var komin at enda. Klokkan leið móti midnátt, og fólk fóru fegin og vælnøgd smámurrandi onkra landaplágu út aftur úr KÍ høllini.
Samanumtikið ein framúrskarandi konsert, sum øll vóru glað fyri at hava verið við til. Og tey, sum ikki vóru ? ja, tey mugu so bert taka til takkar við at hoyra onnur greiða frá øllum tí, sum tey mistu við ikki at vera tilstaðar hetta kvøldið. Spennandi verður at vita, um hetta verður eitt afturvendandi tiltak.