Fótbóltsmiðlar kring heimin skriva, at saudiska liðið hjá Cristiano Ronaldo, Al-Nassr er í stórum fíggjarligum trupuleikum.
Høvuðsorsøkin til fíggjarligu trupuleikarnar hjá Al-Nassr er ovurhonds stóra lønin hjá Ronaldo.
Lønin hjá Ronaldo síðani skiftið úr Manchester United í 2023, ljóðar upp á eina ørandi upphædd, ið er 625 ameriskir dollarar. Í okkara peningi er tað beint omanfyri fýra miljardur krónur.
Tað hevur eisini verið eitt vónbrot fyri Al-Nassr, at liðið bert hevur vunnið eitt av trimum meistaraheitum síðani Ronaldo skifti til felagið. Íleggjarar hava heldur ikki - orsaka av væntandi meistaraheitum - verið so ídnir at skjóta pening í felagið.
Liðfelagarnir hjá Ronaldo, ið eru so navnframir leikarar sum Sadio Mane, Inigo Martinez og Joao Felix eru eisini lønartungir, um enn ikki líka lønartungir sum Ronaldo.
Um fíggjarliga støðan hjá Al-Nassr ikki batnar skjótt er væntandi, at Ronaldo má skifta felag.










