Cristiano Ronaldo gekk skít alt vikuskiftið

Cristiano Ronaldo er so óður um ballingarsøgurnar, at hann nú fer at leggja sak ímóti miðlinum, sum hevur borið søguna fram.

 

- Eg avvísi øllum skuldsetinginum. Tær eru ósannar og falskar. Einki sum helst av hasum passar, sigur Ronaldo í einum tíðindaskrivi.

 

Tað er spanska sendingin ?Salva-me?, ið hevur borið søguna fram. Sambært teimum, so skuldi Ronaldo hava havt eitt ball heima hjá sær leygarnáttina, tá dysturin ímóti Barcelona skuldi spælast. Eisini eftir dystin var ball heima hjá Ronaldo. Søgan sigur, at fleiri av Real Madrid spælararinum vóru tilstaðar bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

 

- Havandi í huga álvarsemi í ákærinum, havi eg heitt á mínar løgfrøðingar um at gera alt fyri at finna fram til sannleikan, og trygga at tey sum hava gjørt mær órætt ,fáa harðasta dómin gjørligt, sigur Ronaldo víðari í tíðindaskrivinum.

 

Barcelona vann ?El Clasico? 2-0.