Liðið hjá 40 ára gomlu portugisisku fótbóltslegenduni, Cristiano Ronaldo, Al-Nassr úr bestu saudisku fótbóltsdeildini hevur rokkið áttandapartsfinalunum í asiatisku Champions League kappingini.
Í áttandapartsfinalunum møtir Al-Nassr iranska liðnum, Esteghlal. Men til útidystin má Al-Nassr ferðast til Iran uttan Ronaldo, ið ikki torir at seta sín fót í Iran.
Orsøkin er, at Ronaldo vitjaði Iran í 2023, og har hendi tað, ið ikki má henda eftir strangu lóg prestastýrisins. Ronaldo nam við eina gifta kvinnu. Sambært iranskari lóg merkir tað eina revsing, har maðurin sum nertir við giftu kvinnuna skal revsast við 99 koyrilssløgum. 99 koyrilssløg høvdu sorlað fótbóltsyrkisleiðina hjá Ronaldo, og tann váðan vil Ronaldo ikki taka. Og tað kann eingin siga hann ringan fyri.
Iranska sendistovan í Saudiarabia hevur verið úti og boðað frá, at tað er einki hald í hesum, men Cristiano Ronaldo velur at binda um heilan fingur - og rygg - og ferðast ikki við Al-Nassr til Iran.