Cristiano Ronaldo settur í samband við City

Premier League: Cristiano Ronaldo verður í løtuni settur í samband Manchester City

Leysasøgur siga, at 36 ára gamli Cristiano Ronaldo er á veg til Manchester City. Hann spældi frá 2004 til 2009 við grannunum og arvafíggindanum Manchester United.

 

Í gjár boðaði Harry Kane frá, at hann heldur fram í Tottenham. Liðskiparin á enska landsliðnum hevur verið settur í samband við Manchester City, sum leitar eftir einum áleypara.

 

Nú verður Manchester City sett í samband við Cristiano Ronaldo, ið er eitt sindur óynsktur í Juventus orsaka av høgu lønini. Sky Sports Italia og Fabrizio Romano, kendi ítróttarskrivarin úr Italia, siga at umboðsmaðurin hjá Ronaldo, Jorge Mendes, er á veg til Torino við einum tvey ára sáttmála.

 

Avbjóðingin er, at Manchester City ikki vil rinda pengar fyri Cristiano Ronaldo, men heldur ynskir at lata ein spælara. Her kundi talan verið um Gabriel Jesus. Spurningurin er so, um Cristiano Ronaldo spælir sær av við sítt góða eftirmælið í Manchester United, um hann endar við at spæla við Manchester City.