CTD tíðindi til tannáringar

Í annaðkvøld verður fyrilestur um CTD við heitinum "CTD tíðindi til tannáringar" á Kambsdali.

Í annaðkvøld verður fyrilestur um CTD við heitinum "CTD tíðindi til tannáringar" á Kambsdali. 

 

Tað er barnalæknin Ulrika Steuerwald, sum stendur á odda fyri fyrilestrinum, sum CTD felagið skipar fyri. 

 

Endamálið við fyrilestrinum er ikki einans at frætta meira um tannáringar og CTD, men lagt verður upp til kjak og at seta spurningar til læknan. 

 

Helst eru tey mong, sum hava kannað seg fyri CTD, tá ið sjúkan gjørdi um seg í landinum, og heilsumyndugleikarnir settu upp kanningar kring landið, fyri nøkrum árum síðani. 

 

CTD felagið hevur eina ørgrynnu av upplýsingum um sjúkuna á heimasíðuni ctd.fo, har til ber at fáa góð ráð og upplýsingar annars. 

 

Fyrilesturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.00, og verður í hølunum hjá Dugna á Kambsdali.