Tilfarið, sum Pólson hevur at arbeiða við er gott og hevur eina sterka kenslu í sær. Hetta tilfar er annars upplagt sum ljóðspor á einum filmi, ið snýr seg um eitthvørt dramatiskt, melankolskt og, ikki at gloyma, um vakurleika.
Tilfarið, sum Pólson leveraði, var av útgávuni Koma. Ein kensla av melankoli er í hesi útgávuni, og hendan kenslan var eisini listarliga væl framborin, hetta hóast tað var á alljósum fríggjadegi. Tó Ikki so dapur, at Pólson ikki hevði yvirskot til at skemta eitt sindur undir hesum ofta so tungu og álvarasomu sangunum.
Vøllurin við spæliplássið var langt frá fyltur av fólki hesa løtuna, men ein varð avgjørt hugtikin av framførsluni. At hoyra hesar frálíku sangir framførdar av bólkinum sjálvum var gevandi.
Konsertin var seinkað 15 minuttir, sum er rættiliga nógv, tá ið ein hugsar um strømmu festival-skránna. Seinkingin gjørdi tað, at tá ið Petur Pólson vóru komnir í helvt, byrjaðu Makrel niðri á sandinum. Hetta fekk nøkur at fara oman á sandin at lurta eftir Makrel og kanska onnur at standa í iva. Men framførslan varð sannførandi.
Byrjað var við einum lagið við triphop-íblástri og Kára Sverrisyni á eitt bulgarskt fiól-ljóðføri. Serliga væl framborin varð lagið Einsemi, sum hevði eina ráða og tunga útseting. Síðsti sangurin á fløguútgávuni, Koma, við sama navni, rundaði framførsluna av. Hetta er eitt stórsligið lag - ein vøkur symfoni við strúkarum, sum er sjálvsama væl eydna. Bogi á Lakjuni, sum spældi gittar á konsertini, var prodúsari á Koma. Hann hevur helst havt ein leiklut í útsetingini av hesum lagi. Eyðkenda gittarljóðið hjá honum er ofta at hóma í ljóðmyndini á Koma og eisini á hesi konsertini.