Føroysku fótbóltsdómararnir hava í ár fingið Pætur S. Clementsen at taka sær av fysisku venjingini. Og skal metast eftir fysisku testunum, sum vóru á skránni mikukvøldið, so hevur hetta hepnast væl. - Allir dómararnir kláraðu rennitestina, og tað nakað væl betri enn til seinastu royndina, vit høvdu, sigur Lassin Isaksen úr Fótbóltssambandinum. Og hann leggur dent á, at arbeiðið hjá Pæturi hevur borið ávøkst. Pætur stendur fyri venjingini, tá dómararnir møtast eitt kvøld um vikuna, annaðhvørt í Leirvík og Tórshavn, og harafturat hevur hann gjørt serlig venjingarprogram til hvønn einstakan dómara.