Í málinum um dekkarin, sum er ákærdur ætla at drepa skiparan á Tórsvík, fellur væntandi dómur í morgun. Tá fer dómarin at geva nevningunum ein samandrátt av tí, sum ákærin og verjin søgdu í nevningartinginum í gjár, tá dómsviðgerðin var í fýra tímar. Síðani fara nevningarnir í eitt rúm fyri seg sjálvar at gera av, um ákærdi maðurin er sekur í øllum ákærunum, nøkrum ákærum ella ongum.
Sambært Dimmalætting, hevur danska rætslæknaráðið staðfest, at filipinarin Romeo Galgo Tibobos er skizofrenur og helst var tað, tá ið skaðatilburðurin var.
Í dag verður spurningurin eisini svaraður, um tað ber til at tamba sjómanslógina so nógv, at til ber at døma fyri uppreistur, myttarí, umborð á skipi, hóast bara ein maður gjørdi uppreistur?
Ein ákæra móti manninum er um uppreistur, ella myttarí, sum uppreistur á skipi vanliga verður róptur. Sjómanslógin sigur ikki, hvat eitt myttarí umfatar, men vanliga fatanin er og var, at fleiri taka seg saman um at gera myttarí.
Men nú tøknin er vorðin so framkomin, at eitt fólk saktans kann stýra einum skipi, er vert at royna, um ikki eisini tað kann myttarí, tá bara ein í manningini ger uppreistur. Øll fimm vitnini, allir sjómenn, brúktu orðið myttarí um tað, sum dekkarin á Tórsvík gjørdi 28. juni í fjør, sigur ÚF.
Sambært ákæruvaldinum kundi maðurin fingið átta til tíggju ára fongsulsrevsing, um til bar at døma í fongsul.
Sambært Dimmu er kravið hjá ákæruvaldinum at fáa hann útvístan. Romeo hevur ongantíð havt uppihaldsloyvi í Føroyum og verður hann helst vístur av landinum í minsta lagi fyri fimm ár. Kravið hjá ákæruvaldinum er, at maðurin skal á sjúkrahús fyri sinnissjúk. Verður hetta dómurin, fer hann í fyrsta umfari væntandi á sjúkrahús í Danmark.