Dátueftirlitið: Facebook er størsti trupulleikin

Dátueftirlitið hevur svarað nógvum spurningum um Facebook fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað eru serliga um falskar vangamyndir, hjálp til at strika ónærisligar viðmerkingar ella myndir, Face-rape, at strika vangamynd hjá deyðum persóni, um hacking, happing og annað.

Tað skrivar www.datueftirlitid.fo fyrrapartin.

Dátueftirlitið hevur viðgjørt 125 ymisk mál í ár, og tað er 22 prosent meira enn saman tíðarskeið í fjør. Meginparturin av spurningunum og neyðarrópunum er um Facebook.

- Málini eru rættiliga ymisk. Nevnast kunnu millum annað fráboðanir um vakmyndatól, eftirlit, innlit í telefonrokningar, gransking, hoyringar av lógum og kunngerðum og ymisk mál um Facebook. Málini um Facebookn eru støðugt vaksandi – millum annað útspilling og umbøn um hjálp við at strika upplýsingar og myndir á Facebook, boðar Dátueftirlitið frá.