Felagsskúlin á Oyrarbakka skal dagførast og umvælast fyri 12 mió. krónur Arbeiðið við at umvæla Felagsskúlan á Oyrarbakka er nú farið í gongd. Fyrst eru handverkararnir farnir í holt við sunnaru lonina, og væntandi verður hesin partur liðugur fyri jól. Síðan verður norðara lonin umvæld, og eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt, áðrenn skúlaárið er lokið, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Meðan umvælingararbeiðið fer fram, heldur ein partur av næmingunum til í ovaru hædd í gamla barnagarðinum á Oyri.
Tá umvælingarnar eru lidnar, fer skúlin at hava góð hølisviðurskifti fyri starvsfólk og næmingar, og hann fer at nøkta øll krøv, ið verða sett til eitt nú brunatrygd og inniluft.
Sunda kommuna og Eiðis kommuna eiga Felagsskúlan á Oyrarbakka, og tær bera kostnaðin av umvælingunum, sum er mettur til 12 mió. kr.
Á Felagsskúlanum á Oyrarbakka ganga í dag umleið 100 næmingar.