Dagfinn skal døma finaluna

Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at Dagfinn Olsen úr Rituvík skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finalan millum KÍ og B36 verður spæld á Tórsvølli leygardagin 14. oktober.
Dagfinn hevur dømt í fremstu føroysku deildini í fleiri ár, og hann hevur eisini verið formaður í felagnum hjá dómarum. Sambært skipanini hjá FSF umboðar hann NSÍ sum dómari.Hjálpardómarar í finaluni verða Dan og Edvard Højgaard, og fjórði dómari verður Páll Augustinussen.