Verkætlanin er framvegis mett at vera týdningarmikil, men hevur enn ikki fingið neyðugu játtanina frá politisku skipanini.
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um framtíðar vegasambandið um Haraldssund.
Sambært landsstýrismanninum er talan um eina verkætlan, sum skal gera ferðsluviðurskiftini nógv betri. Byrgingin er umleið 350 metrar long og 20 metrar breið omanfyri sjóvarmálan, men størsti parturin av vegnum er ikki breiður nokk til, at tvey akfør kunnu møtast. Tí eru møtipláss gjørd á ávísum støðum.
Verkætlanin fevnir um at gera ein nýggjan veg við tveimum farbreytum og einari gongu- og súkklubreyt. Harumframt skulu gøtuljós setast upp, og verjugrótið á norðaru síðu skal hækkast umleið ein metur fyri at verja móti sjóroki.
Nýggi vegurin verður lagdur sum ein bogi, sum bindur vegirnar á báðum síðum av byrgingini natúrliga saman.
Sambært Landsverki er einans tørvur á avmarkaðum nøgdum av nýggjum dekkgróti, tí meginparturin av tilfarinum í verandi byrging verður endurnýttur.
Áðrenn arbeiðið kann fara í gongd, mælir Landsverk til, at aldusimuleringar verða gjørdar fyri at tryggja, at byrgingin verður nóg høg í mun til framtíðar havstøðu og veðurviðurskifti.
##med2##
Landsverk metir, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er umleið 72 milliónir krónur. Í metingini er eitt váðaískoyti upp á 30 prosent.
Jacob Vestergaard sigur, at ferðsluviðurskiftini um Haraldssund skulu vera í lagi, og at verkætlanin fer at gera byrgingina tíðarhóskandi og í samsvari við dagsins krøv.
Hann staðfestir tó, at íløgukarmurin hjá landinum er avmarkaður.
– Vónandi ber til at raðfesta verkætlanina, sigur landsstýrismaðurin.
Hóast tað, gevur hann ikki nakra ítøkiliga tíðarætlan fyri, nær arbeiðið kann fara í gongd.












