Í gjár læt forkunnuga framsýningin í Gamla skúla í Leirvík upp.
Tað var Astrid Johanessen, mentanar- og ferðavinnuleiðari í Eysturkommunu, sum bjóðaði vælkomin, og síðani helt Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, røðu.
Eftir hetta framførdi Kári Sverrisson nøkur løg.
Hákun Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, greiddi frá útgrevstrinum á Toftanesi, og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu, segði eisini nøkur orð.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo - siggjast fleiri myndir frá tiltakinum í Leirvík í gjár.
Her vóru eisini vikingar, sum skipa fyri ymiskum aktivitetum til gestirnar alt vikuskiftið.
##med2##
- Øll eru framvegis vælkomin at vitja framsýningina og verða við til tiltøkini, sum eru á skránni, siga tey í Eysturkommunu.
Í dag hevur framsýningin verið opin frá klokkan 10–17 og í morgin, sunnudagin 7. juni, verður framsýningin opin frá klokkan 13–17.
Skráin fyri dagin í dag og sunnudagin sæst um heimasiðuna hjá Eysturkommunu.
##med3##
##med4##














