Dagrøktarmammur: Vandi fyri verkfalli á nýggjárinum

?Landsstýrið vil ikki góðklenna sáttmálarnar, sum eru gjørdir ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunurnar um dagrøktarmammur kring landið. Sostatt er sáttmálaloysi 1. januar og tað vænta fleiri, fer at raka samfelagið hart

 

Tað er nú nógv, sum bendir á, at tað verður ongin barnaansing í tí mesta av landinum aftaná 1. januar- ella í hvussu so er stutt eftir tað.

Orsøkin er, at fíggjarmálastýrið í landsstýrinum vil ikki góðkenna sáttmálan, sum er gjørdur ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunurnar.

Sáttmálin skuldi annars koma í gildi nú 1. januar. Áður hevur ongin sáttmáli verið á økinum, so tá ið sáttmáli varð gjørdur í heyst, var hetta fyrstu ferð, at hesin bólkurin í samfelagnum fær skipað viðurskifti.

Men tá ið landsstýrið ikki vil góðkenna sáttmálan, kann hann ikki setast í gildi.

?Sostatt er framvegis sáttmálaloysi tann 1. januar, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, sum er rættiliga argur inn á landsstýrið um framferðina í hesum máli.

Hann væntar at tað verður trupult at fáa dagrøktarmammurnar til arbeiðis, uttan at sáttmáli er komin í gildi. Og tí væntar hann eisini, at tær fara at leggja arbeiðið niður og sostatt er ongin barnansing eftir fyrsta januar.

Ella í øllum førum roknar hann ikki við, at tað fara at ganga nógvir dagar av nýggja árinum, áðrenn dagrøktarmammurnar fara at niðurelggja arbeiðið.

Ingeborg Vinther vil ikki gera so nógvar viðmerkingar til málið. Boðini frá landsstýrinum um, at tað ikki kann góðkenna sáttmálan, eru so nýggj, at hon hevur ikki fingið sett seg ordiliga inn í málið.

Men eisini hon væntar, at tað verður trupult hjá dagrøktunum at fara til arbeiðis við ongum sáttmála.

?Tað er í øllum øfrum greitt, at hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar, sigur IngeborgVinther.


Svar í síðstu viku

Eivind Jacobsen, sigur, at sáttmálin ímillum Sjóvar Kommunu og Føroya Arbeiðarafelag samráddust um nýggjan sáttmála, áðrenn sáttmálin varð gjørdur ímillum Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsgevarafelagið hjá kommununum og ímillum Føroya Arbeiðarafelag og tær størru kommunurnar.

Men allir sáttmálarnir eru at kalla eins.

Og nú hava bæði Sjóvar Kommuna og allar hinar kommunurnar, sum hava sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag, fingið at vita frá landsstýrinum, at sáttmálin kann ikki góðkennast.

Eivind Jacobsen sigur, at tað var longu fyrst í november, at hann sendi fíggjarmálastýrinum sáttmálan til góðkenningar.

Men svar kom onki fyrrenn í síðstu viku - nakrar fáar arbeiðsdagar, áðrenn hann skuldi koma í gildi.

? Hetta er langt úti. Hetta minnir mest um eina roynd at leggja trýst á okkum um at góðtaka krøvini hjá fíggjarmálastýrinum, tí tað er sálvsagt, at tað ber ikki til at gera nógv til 1. januar.

Bygdaráðsformaðurin á Strondum sigur, at tað eru fleiri øki í sáttmálanum, sum Landsstýrið ikki vil góðkenna.

? Í fyrsta lagi vil landsstýrið ikki góðkenna sjálva lønina. Eftir sáttmálanum skulu dagrøktirnar fáa 2.947 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið, men landsstýrið vil ikki góðkenna, at tær fáa meiri enn 2.720 krónur, ella 227 krónur færri.

? Eg dugi ikki at síggja, hví landsstýrið skal leggja seg út í hetta, tí kommunurnar gjalda alt samalt sjálvar.

?Harafturat vil landsstýrið ikki góðkenna, at dagrøktarmammurnar skulu hava frí 1. mai. Landsstýrið heldur, at tað er óheppið, at tær hava frí, tá ið flest øll onnur eru til arbeiðis. Landsstýrið heldur, at hetta fer at noyða nógv av teimum, sum hava børn í dagrøkt, eisini at taka frí 1. mai.

Hetta skilir Eivind Jacobsen heldur ikki.

? Dagrøkt er ein tænasta, vit veita borgarunum. Og um vit ikki kunnu veita hesa tænastuna 1. mai eisini, hevur tað onki við landsstýrið at gera.

Tað eru eisini aðrir partar í sáttmálanum, sum landsstýrið ikki vil góðtaka.

Bygdaráðsformaðurin sigur, at hann skilir ikki, hvat landsstýrið yvirhøvur hevur við hetta málið at gera, tí tað eru kommunurnar, sum betala hvørt oyra.

? Men landsstýrið hevur lógir at vísa til og krevur, at tað skal góðkenna sáttmálarnar, sigur Eivind Jacobsen.


Ongin viðmerking

Í landsstýrinum er ongin av teimum til arbeiðis, sum hava við málið at gera, so haðani fekst ongin viðmerking til málið.