– Dagurin er komin, har vit noyðast út fyri dyr aftur.
Soleiðis segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, á tíðindafundi fyri løtu síðani, nú boðað verður frá, at skúlar og dagstovnar fara at lata upp aftur í smáum.
Jenis av Rana gjørdi greitt, at broytingarnar, sum nú skuldu gerast, vóru yvirhøvur tær somu, sum grannalond okkara fara at gera, og at komandi broytingarnar verða gjørdar í varni, meðan dentur varð lagdur á sjálvsavgerðarrættin hjá foreldrum.
Komandi vikan verður frívika undantikið fyri neyðansingina. Neyðansingin heldur fram.
- 1. - 3. flokkur byrjar aftur 20. apríl. Talan verður um skúlagongd uttan møtiskyldu.
- Forskúlar og frítíðarskúlar lata upp 20. apríl.
- 4. - 10. flokk hevur framhaldandi skúlagongd við hús. 9. og 10. flokkar skulu ikki til próvtøku í summar. Ístaðin verður ársmetið flutt til próvtøkumet.
- Gymnasialar útbúgvingar fara at hava nakað av undirvísing eftir 20. apríl, men yvirhøvur verður undirvísingin framhaldandi fjarundirvísing. Próvtøkurnar verða tillagaðar.
- Yrkisútbúgvingar lata eisini upp fyri undirvísing 20. apríl, men hetta verður eisini við avmarkingum.
Jenis av Rana lat eina heilsan til teir skúlanæmingar, sum sita kring Føroyar, og hann lovaði teimum, at landsstýrið skuldi gera alt tað, tað var ment, soleiðis at hetta fór ikki at hava avleiðingar fyri framtíðarútlit teirra.