Í dag er sunnudagur 25. desember.
Jóladagur. Tað var í 4. øld, at teir samdust um at taka 25. desember til føðingardag Jesu. Annars hava teir víst á, at eftir ymsum søguligum hendingum og persónum er Jesus føddur eini sjey ár eftir okkara tíðarrokning.
Tað er líkt til, at teir hava valt henda dagin sum mótsetning til teir heidnu háveturs- og sólkomuveitslurnar, sum hildnar vórðu um hetta mundið.
Hjá norðbúgvum hevur hetta svarað aftur, og tann kristna høgtíðin er komin í staðin fyri tað gamla heidna jólahaldið.
Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).
Hendingar:
Uml. 337-352: Fyrstu jól hildin 25. desember.
1818: Messias hjá Händel fyrstu ferð framført í Boston, USA.
1990: Fyrsta royndin av eini skipan, ið seinni koma at eita World Wide Web (internetið).
1991: Sovjett samveldið ger innrás í Afghanistan. Sovjettar kláraðu seg illa ímóti mujahidin bardagamonnunum, ið førdu guerilla taktikk. Kríggið helt á í 10 ár, men Sovjett trekti seg í 1989, eftir at 15.000 hermenn vórðu falnir.
Føðingardagar:
- Isaac Newton (1642-1727). Enskur fysikari, støddfrøðingur og stjørnufrøðingur, ið millum annað kom við ástøðinum um tygdarlógina.
- Annie Lennox (1954). Fyrrverandi sangarin í Eurythmics.
- Justin Trudeau (1971). Sitandi forsætismálaráðharri í Kanada.
Deyð henda dagin
- 1897: Hans Christopher Müller (1818-1897). Fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaður. Hann var eisini sýslumaður í Suðurstreymoyar sýslu, umframt at standa fyri fyrsta føroyska posthúsinum, ið lat upp í Havn í 1870.
Hann var valdur á Løgting í trimum umførum fyri Suðurstreymoy og einaferð fyri Norðurstreymoy. Hann sat á Fólkatingið í nøkrum umførum millum 1858-1890.
- 1977: Charlie Chaplin (1889-1977). Enskur sjónleikari, filmsframleiðari og tónleikari. Hann er best kendur fyri sínar stumfilmar og portrett av millum øðrum Adolf Hitler.
- 1989: Nicolae Ceausescu (1918-1989). Fáar dagar frammanundan var herurin í landinum vendur ímóti honum og tikið ræði av einaræðisharranum í Rumenia.Hann og konan blivu førd fyri ein hernaðardómstól í Rumenia henda fyrsta jóladag og dømd fyri fólkadráp og at oyðileggja rumenska búskapin. Tey blivu avrættaði beint eftir at dómurin var sagdur.