Dan Jørgensen: Evropa skal gerast fyrsta elrikna meginlandið

ES skal gerast heimsins fyrsta meginland, sum fyrst og fremst verður rikið við ravmagni í staðin fyri innfluttari olju og gassi.

Tað segði ES-nevndarlimurin við ábyrgd av orku og bústøðum, Dan Jørgensen, í dag, tá hann legði fram nýggju ætlanina hjá ES-nevndini um at økja elektrifiseringina í Evropa.

 

Ætlanin skal minka um treytirnar av innfluttari olju og gassi og samstundis gera Evropa meira sjálvbjargið á orkuøkinum.

 

– Boðskapurin í dag er púra greiður: Vel ravmagn fram um fossil brennievni, sigur Dan Jørgensen.

 

Sambært honum kann ravmagnið framleiðast grønt og bíligari í Evropa enn innflutt fossil orka.

 

Hann sigur, at ein skjótari umlegging til reina orku saman við størri elektrifisering er lykilin til at styrkja trygdina, kappingarførið og arbeiðið við at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

 

ES-nevndin vísir á, at bæði kríggið í Ukraina og ófriðurin í Miðeystri hava elvt til hækkandi orkuprísir í Evropa. Tí er eitt av høvuðsmálunum eisini at tryggja húsarhaldum og fyritøkum støðugari og lægri orkuprísir.

 

Ritzau