Hondbóltssamband Føroya hevur í dag kunngjørt nýggju landsliðsvenjararnar hjá A-landsliðnum hjá kvinnum og U-21 landsliðnum hjá monnum.
Nýggjur høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum er Scott Harrington, meðan Sigrun Mikkelsen verður hjálparvenjari.
So hvørt sum landsliðsarbeiðið mennist og uppgávurnar økjast og koma í fasta og trygga legu, arbeiða Starvsnevndin og Menningar- og Úrvalsnevndin hjá HSF framhaldandi við at styrkja og menna ítróttarliga bygnaðin.
Scott Harrington, sum er 28 ár, er Bachelor í ítróttarvenjing og Master í Talentmenning og er nú í gongd við hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina sum fæst.
Scott hevur seinastu mánaðarnar verði hjálparvenjari hjá Andreas F. Hansen, sum hevur havt ábyrgdina av kvinnulandsliðnum seinastu tvey árini.
Sigrun Mikkelsen, sum nú skal verða hjálparvenjari, var í mong ár ein av ímyndunum av vinnandi kvinnuliðnum hjá Neistanum. Seinnu árini hevur Sigrun í fleiri førum, sum venjari, verið kring kvinnuliðið hjá barndómsfelagnum við sera góðum úrslitum.
- Scott og Sigrum gleða seg at fara undir uppgávuna at fyrireika kvinnurnar til EM undankappingina, sum verður í summar. Lutakastið verður í apríl, skrivar HSF í tíðindaskrivi.
Avtalan við Scott og Sigrun gongur fram til 2019. Tað fyrsta, sum er á skránni, er at gera eina yvirskipaða venjingarætlan og at samskifta við leikarar, venjarar og feløgini.
Dani skal leiða Føroyar í HM
Herfyri boðaði Kári Nielsen HSF frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum venjari hjá føroyska U21 landsliðnum, sum hann annars í januar, saman við Inga Olsen, førdi til HM endaspælið, sum verður í Algeria í summar.
HSF hevur tí gjørt avtalu við Sonni Larsen, sum tískil, saman við Inga Olsen, kemur at hava ábyrgd av U21 landsliðnum til HM í summar.
Sonni Larsen, sum er 30 ár, er diplomvenjari frá donsku elituhondbóltsvenjaraútbúgvingini og harumframt kandidatur i ítróttarsálarfrøði og mannlívvirkisfrøði.
- Sonni og Ingi eru longu við treysti farin undir arbeiðið at fyrireika U21 landsliðið til HM, sum ivaleyst er størsta avbjóðing, sum føroyskur hondbóltur hevur havt higartil, skrivar HSF.