Daniel Johansen gevst í Hillerød

Hetta boðar heimasíða felagsins frá

Daniel Johansen hevur havt eitt gott kappingarár í Hillerød, ið vann niðara endaspælið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í 25 dystum skoraði Daniel trý mál og hevði fimm upplegg til mál.

 

Men aftaná bert eitt kappingarár vendir Daniel Johansen heimaftur til Føroyar. Tað skrivar heimasíðan hjá Hillerød. Sambært heimasíðuna er tað av persónligum orsøkum, har familjan spælir ein stóran leiklut, at hann flytur til Føroyar aftur. 

 

Áðrenn kappingarárið í Hillerød spældi Daniel eitt kappingarár við Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, har hann spældi 27 dystir og skoraði fýra mál.

 

Í fleiri kappingarár undan uppihaldinum í Danmark spældi Daniel við HB. Daniel fekk debut á besta liðnum hjá HB í 2016. Tað er ikki staðfest alment enn, men tað er nærliggjandi, at Daniel fer at spæla við HB. 

 

Daniel hevur spælt sjey A-landsdystir, og hann er úttikin til hópin, ið skal møta Georgia á útivølli 5. juni, og Gibraltar á Tórsvølli 9. juni.

 

Kelda: FaroeSoccer