Hannover-Burgdorf snávaði móti botnproppinum

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir hava nú tapt tríggjar dystir á rað

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vóru leingi í leingi í einari góðari gongd í týsku bundesliguni, men nú er fyribils steðgað upp hjá Hannover.

 

Undan kvøldsins dysti á ZAG Arena høvdu teir í Hannover góðar vónir um, at teir kundu sigra á absolutta botnproppinum, Potsdam.

 

Men soleiðis gekk ikki. Potsdam sum bara hevði fýra stig undan dystinum í kvøld skelkaði heimafjøldina og vann dystin 27-26. Potsdam hevur átta stig upp til næstaftasta liðið.

 

Potsdam skoraði til 27-26 við 17 sekundum eftir á klokkuni, og Hannover megnaði ikki í seinasta álopinum at svara aftur. Tað leikaði javnt á allan dystin, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Talan er um triðja tapið á rað hjá Hannover-Burgdorf, ið er á fimta plássinum við 43 stigum fyri 31 dystir. Teir eru eitt stig frammanfyri liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, og eitt stig aftanfyri liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel, ið bæði hava spælt ein dyst færri.

 

Vilhelm skoraði trý mál upp á seks málroyndir í kvøld.

 

Elias og liðfelagarnir í Kiel spæla í løtuni móti Leipzig í Wonderino-høllini í Kiel.