Tá Christian H. Hansen, fólkatingsmaður, í síðstu viku fór burtur úr Danska Fólkaflokkinum, róðu fleiri danskir fjølmiðlar uppundir, at nú átti Edmund Joensen lívið í donsku stjórnini, tí hansara atkvøða tryggjaði stjórnini meiriluta. Hetta er tó ikki heilt rætt. Christian H. Hansen hevur sagt, at hann fer framvegis at styðja stjórnina, so í so máta er støðan ikki broytt. Harafturat fær atkvøðan hjá føroyska sambandsmanninum ikki týdning, uttan so at hin føroyski og teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir atkvøða saman við andstøðuni.
Hetta er eisini niðurstøðan hjá blaðnum Licitationen - Byggeriets Dagblad. Men blaðið nýtir hetta høvið til at spyrja, um tað er rímiligt, at føroyingar og grønlendingar velja umboð á Fólkating, sum hava somu rættindi sum tey donsku umboðini. Blaðið heldur, at í teirri gomlu amtstíðini var tað náttúrligt, at tey føroysku og grønlendsku umboðini høvdu somu rættindi sum tey donsku. Men síðani er støðan broytt nógv.
-Í dag tykist tað vera púra burturvið, at Grønland og Føroyar, sum hava lagt so stóran dent á at fáa størri sjálvræði, og sum hava kreftir, ið ganga inn fyri loysing, skulu hava fólkatingsumboð, ið kunnu gera av, hvør stjórn skal stýra dønum, skrivar Licitationen - Byggeriets Dagblad í oddagrein.
Fólkaatkvøðu sum skjótast
Blaðið heldur, at størri sjálvræði eigur at hava við sær, at tey føroysku og grønlendsku umboðini kenna sína vitjanartíð og halda seg uttan fyri mál, sum bara viðvíkja dønum. Gera tey ikki tað, mugu danir taka spurningin um ta føroysku og grønlendsku umboðanina upp á fólkaatkvøðu sum skjótast, skrivar blaðið og heldur fram:
-Her er talan um tvey øki, sum nú bara hava eittans endamál við at vera í ríkisfelagsskapinum, oig tað er at hava snevilin langt niðri í lummanum hjá teimum donsku skattaborgarunum. Teir vilja ikki vera danir longur og lata einki til tann danska samfelagsbúskapin. Tí skulu teir sjálvandi heldur ikki hava ávirkan á danska lóggávu, skrivar blaðið og mælir til, at danir á fólkaatkvøðu skulu siga, um teir yvirhøvur vilja hava ríkisfelagsskap við Grønland og Føroyar.