Dánjal og liðfelagarnir taptu stórt á heimavølli

Fram er nummar átta

Mynd: RÚV

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í Úlfarsárdali tapti Fram greitt 24-33 fyri Stjörnuni. Í steðginum var Stjarnan á odda 21-15. Jóhannes Bjørgvin er uttanfyri hjá Stjörnuni við skaða.

 

Dánjal var saman við Ívari Loga Styrmissyni næstbesti málskjúttin hjá Fram. Teir skutu fýra mál hvør. 

 

Fram er nummar átta í deildini við 10 stigum.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Fram dyst á útivølli í bólki D í EHF European League. Mótstøðuliðið verður portugisiska liðið, Porto. 

 

 

 

Mynd: RÚV