Dánjal spælir útgávukonsert á Christiania

Í annað kvøld spælir Dánjal á Neystabø útgávukonsert á Christiania í sambandi við útgávuna “Once”, og tað er líkavið, at vit kunnu lova eina framúr konsert.

Í annað kvøld spælir Dánjal á Neystabø útgávukonsert á Christiania í sambandi við útgávuna “Once”, og tað er líkavið, at vit kunnu lova eina framúr konsert.

Herfyri var in.fo nevniliga á útgávukonsert við Dánjal í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Har upplivdu vit Dánjal, ið við sínum væl samansetta bólki av klassatónleikarum leveraði eina nærverandi, lívliga, inniliga og festliga framførslu. Fleiri av nýggju løgunum boða frá sera góðum, eins og konsertin var kryddað við onkrum gomlum lagi hjá Dánjal.

Við sær á pall hevur Dánjal sín bólk við strúkarum, blásarum, kór, trummum, bass og gittar har tveir persónar eru úr kenda danska bólkinum Afenginn.


Dánjal er í ferð við eina fløguverkætlan, og stuttfløgan, ið kom út herfyri, var fyrra helvt av henni, fulla fløgan kemur út á G! í ár. Vit sluppu at uppliva løgini av stuttfløguni, men eisini løg, ið vera á seinnu helvt av fløguni.

Í annað kvøld er tað Byens Lys á Christiania, ið er á skránni. Umframt Dánjal, verur upphiting við føroysku STESO og donsku Psykedelisk lirekasse show.

Allur leygardagurin er ein veitsludagur á Christiania, har Christiania Radio heldur 30 ára føðingardag, við nógvum góðum framførslum.

Dyrnar lata upp kl. 20 og fyrsti bólkur framførir kl. 21 í Byens Lys, ið er eitt hugnaligt spælistað. Atgongumerki fáast við dyrnar og fyri 50 kr. fært tú atgongumerki og stuttfløgu.