Dánjal vann á Allani í toppuppgerðini í Íslandi

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV syrgdu fyri, at Valur var fyri sínum fyrsta tapi hetta kappingarárið

Í dag var føroyingauppgerð og toppuppgerð úti í Heimey í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti. 

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV tóku móti Allani Norðberg og liðfeløgunum í Vali, ið undan dagsins dysti høvdu fult stigatal.

 

Tað eydnaðist ÍBV at vinna á 38-34 á Vali. Í steðginum var ÍBV á odda 19-18.

 

Dánjal skoraði trý mál fyri ÍBV og Allan skoraði tvey mál fyri Val. 

 

Komandi hóskvøld tekur Valur móti Haukum á heimavølli. Dagin eftir spælir ÍBV á útivølli móti FH. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
1Valur7601230:18712
2FH7511213:18211
3Haukar7502217:17210
4Afturelding7412214:1859
5ÍBV7412219:2079
6Fram7313204:2087
7Víkingur7304174:1996
8Grótta7304196:2076
9KA7223192:2066
10Stjarnan7115186:2133
11HK7115170:2033
12Selfoss7106159:2052