Danmark - Frakland 38-30 (22-15
Danmark og Frakland hittust í hálvfinaluni við HM í dag.
Danmark hevur spælt seg upp sum favorittur til HM, eftir eina so at siga lýtaleysa kapping, meðan Frakland ongantíð er lætt at syfta, og hevur eisini vunnið fýra av seinastu fimm Heimsmeistaraskapunum.
Tí var stórur spenningur um dagsins dyst, og í einum óvanliga málríkum fyrra hálvleiki vóru tað álopini, ið settu allan dám á dystin.
Danir tóktust at eydnast við so at siga øllum, og fingu mál av øllum plássum. Í hinum endanum royndu fraklendingar at svara aftur, men danska verjan og málverjarnir eydnaðust eisini við nógvum, og munurin millum liðini fór at økjast.
Serliga lá væl fyri hjá størstu stjørnuni, Mikkel Hansen, ið bæði skeyt mál og skipaði danska spælið við stórum hugflogi. Tá ið Mikkel Hansen meddaði enn eitt langskot í málið, gjørdi hann hálvleiksstøðuna til óhoyrdu tølini 22-15, ið eisini var eitt úrslit av, at fronsku málverjarnir bert høvdu fingið eina bjarging.
Í seinna hálvleiki spældi Frakland essið hjá sær, tá ið Nikola Karabatic var settur á vøllin á fyrsta sinni, men franska stjørnan byrjaði seinna hálvleik við einari útvísing, og hetta bar boð um at heldur ikki hann fór at muna móti vælsmurdu donsku maskinuni.
Tí Mikkel Hansen og danska álopið steðgaði ikki á, og í hinum endanum fór Jannick Green í danska málinum eisini at forða fyri fronsku royndunum. Hetta førdi til at Danmark kom tíggju mál fram um miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Seinasta korterið tóku danir fótin nakað av pedaluni, og loyvdu fraklendingum at pynta eitt sindur um úrslitið. Men tað setti ikki á nakran hátt sigurin í vanda. Danir skiftu ikki nógv út, og Jóhan á Plógv Hansen kom ikki á vøllin.
Endin var ein sera sannførandi danskur sigur upp á 38-30 eftir heilt ófatiliga stóra góðsku í danska álopinum.
Danmark spælir tí HM-finalu á heimavølli í Herning sunnudagin.
Mótstøðuliðið verður antin Noreg ella Týskland. Hesi bæði liðini spæla hálvfinalu klokkan 19.30 í kvøld