Danmark kom ikki í finaluna

Tað rakk ikki til finalupláss hjá Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Páli Joensen í liðsvimjingini á 4x200 metrar frí. Teir komu á mál við tíðini 7:15.04.

 

Danmark varð nummar 13 av teimum 16 londunum, sum luttóku í innleiðandi kappingini.

 

Tað verða átta tey fremstu londini, sum svumu innleiðandi fyrrapartin, sum skulu svimja finaluna í kvøld.

 

Tíðirnar:

 

1. USA – 7:06.75

2. Frakland – 7:09.18

3. Týskland – 7:09.23

4. Avstralia – 7:10.50

5. Bretland – 7:10.70

6. Kina – 7:11.35

7. Suðurafrika – 7:11.51

8. Ungarn – 7:11.64

9. Japan – 7:11.74

10. Russland – 7:11.86

11. Italia – 7:12.69

12. Belgia – 7:14.44

13. Danmark – 7:15.04

14. Kanada – 7:15.22

15. Ný Sæland – 7:17.18

16. Eysturríki – 7:17.94