Tað verða Danmark, Norra og Ísland, ið umboða Norðurlond í Eurovision Songcontest í Oslo leygarkvøldið.
Svøríki og Finnland vóru bæði send heim aftaná undanfinalurnar. Tað er fyrstu ferð síðani 1958 at Svøríki ikki luttekur í finaluin, og sviðar eru rættuliga bilsnir yvir at 18-ára gamla Anna Bergendahl ikki slapp víðari. Finnland hevur verið út fyri somu lagnu áður, og aftur í ár vóru sms-atkvøðurnar ov fáar fyri at finlendarirnir sluppu víðari.
Finalan í ár er í Oslo. Norski Alexander Rybak vann ein rungandi sigur í fjørð, og tí slapp Norra frá at kappast í undanfinalunum í ár. Sum so nógva aðrastaðni, so er tað ?money rules? í Eurovision Songcontest. Tey lond, sum gjalda mest til kappingina, Týskland, Frakland, Bretland og Spania sleppa eisini undan at luttaka í undankappiningunum.
Í bæði fystu og aðru undanfinaluni vóru tað íslendska Hera Bjørk og donsku Chanée og n´Evergreen, ið vóru rópt upp sum síðstu luttakarirnir at fara víðari til finaluna. Danmark hevur eisini fingið síðsta startnummarið í kappingin, nummar 25.
Tey lond, ið nógv vilja vera við eru favorittar til sigurin leygarkvøldið eru Azerbaijan og Týskland. 18 ára gamla Safura syngur sangin ?Drip-Drop? fyri Azerbaijan - sangurin er gjørdur av tveimum sviðum Stefan Örn og Sandra Bjurman. Týskland hevur eisini eina unga gentu - tað er 19 ára gamla Lena, ið singur poppsangin ?Satelitte?.