Danmark víðari við HM í íshockey

Danmark endaði í lutakastinum í bólki D, við stórum íshockeytjóðum sum Finlandi og ikki minst USA, so tað vóru ikki mong, sum góvu Danmark nakran møguleika at sleppa víðari.

Men Danmark hevur tikið øll á bóli. Í fyrsta dystinum móti Finlandi vann Danmark heili 4-1, og í øðrum umfari megnaðu danir at vinna á sjálvum USA, sum annars verður roknað sum fremsta íshockeytjóðin í heiminum.

Danmark kom á odda í dystinum móti USA í ørðum umfari vioð máli, sum Lars Eller skoraði. Gleðin var tó stokkut, tí í yvirtali javnaði Keith Yandle til 1-1.

Einki mál kom í triðja umfari, men í yvirtíðini skoraði Stefan Lassen sigursmálið fyri Danmark.

Gamaní eru ikki allir teir bestu leikararnir við hjá USA, tí endaspælið í heimligu kappingini er ikki liðugt, og tey bestu feløgini eru við enn og harvið eisini bestu leikararnir, men einki skal takast frá Danmark, sum eftir tveir av trimum dystum í bólkaspælinum longu hava leikt seg víðari við HM í íshockey.

Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður móti Týsklandi mikudagin.